Myndir frá FM í Kassabilakoyring

Síggið her myndirnar frá FM í kassabilakoyring, sum var í Fuglafirði á mentanardøgunum, sum voru frá 30. august til og við 2. september

Síggið her myndirnar frá FM í kassabilakoyring, sum var í Fuglafirði á mentanardøgunum, sum voru frá 30. august til og við 2. september.

 

– Størsta tiltakið í ár mundi vera FM í kassabilakoyring, sum byrjaði leygarmorgunin klokkan 9, har kassabilarnir komu til sýn og góðkenning. Síðani helt dagurin á við risa Matmarknaðanum og alskyns tiltøkum kring allan býin. Fleiri túsund fólk høvdu leitað sær til Fuglafjarðar hesar dagarnar, og tað sást eisini aftur, tí bilarnir vóru sera nógvir og trongligt var at koma gjøgnum gøturnar. Rómurin var nógvur og góður, og sólin skein eisini allan leygardagin, sum er tann størsti av Mentanardøgunum.

 

Soleiðis skriva fyrireikararnir, sum takka fyri hesaferð og gleða seg til Mentanardagar 2019.

 

Myndirnar eigur Pól Hans á Grønutúgvu og Sjanna Hentze