Myndir: Leggja nú dúk aftur á marghøllina í Vági

Tað var í februar í 2023, at dúkurin á marghøllini fekk stóran skaða í óveðri.

Í dag varð farið undir arbeiðið at leggja nýggjan dúk á marghøllina í Vági.

 

Tað var í februar í 2023, at dúkurin á marghøllini fekk stóran skaða í óveðri, og dúkurin fór bara meira og meira í  ringa veðrinum. At enda var greitt, at onki annað var at gera, enna at taka dúkin av.

 

Síðani hevur verið arbeitt við at finna eina loysn, og ikki mints hevur hetta verið ein tryggigarspurningur, og ein loysn skuldi finnast.

 

Fyri løtu síðani varð nýggji stóri takdúkurin lyftur upp á stálkonstruktiónina, og arbeiðið heldur fram í morgin.

 

Sum skilst er eisini ymiskt annað at gera i marghøllini, tí ymsir aðrir skaðar eru eisni, ið bøtast skulu um, eitt nú vøllurin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Myndir: D. Olsen