Myndir: Næmingar á Ítróttaháskúlanum royndu seg í tyrlu

Næmingar sleppa at royna hvussu tað er at verða loraður niður og heysaður upp í tyrluna.

Líka síðani Ítróttaháskúlin í Suðuroynni byrjaði í 2016, hevur tað verið fastur táttur, at tyrlan vitjar.

 

Og tá hetta er á skránni, sleppa næmingar at royna seg, tí næmingar sleppa at royna hvussu tað er at verða loraður niður og heysaður upp í tyrluna.

 

Hetta hendir, meðan tyrlan "hongur" yvir grótkastinum í Vági.

 

Umframt at hetta er spennandi fyri næmingarnar, so er hetta eisini góð venjing hjá tyrlumanningini.

 

At tyrlan ber navnið Ruth Smith, ger ikki  søguna verri, tí sum flest øllum kunnugt, so var kenda listakvinnan Ruth Smith úr Vági. Hon verður í dag mett millum fremstu coloristar á okkara leiðum. Ruth Smith savnið er í dag ein mentanardepil í Vági.

 

Her eru nakrar myndir frá degum í dag, tá tyrlan vitjaði Ítróttaháskúlan.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Myndir: Jón Bjarnason