Myndir: Taptu stórt eftir góða byrjan

Úrslitið var als ikki í tráð við leikgongdina, tá føroyska kvinnulandsliðið týsdagin tapti 5-1 fyri Montenegro. Málið hjá Føroyum skoraði Sunniva Willemoes, skrivar Fótbóltssambandið

Sunniva Willemoes hevur júst lagt Føroyar á odda við einum fantastiskum langskoti - Mynd: Jakoba Svensdóttir

Úrslitið var als ikki í tráð við leikgongdina, tá føroyska kvinnulandsliðið týsdagin tapti 5-1 fyri Montenegro. Málið hjá Føroyum skoraði Sunniva Willemoes, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Montenegro var møguliga betra liðið, og sigurin var allarhelst eisini uppiborin. Men 5-1 var ikki munurin á liðunum, og mangan verður sagt, at hepnið fylgir teimum góðu. Og tað var kanska júst tað, og bara tað, ið var munurin á liðunum á Gradski Stadion í Podgorica týsdagin, skrivar FSF.fo.

 

Hepnið fylgdi heimaliðnum, meðan okkara ikki vóru nóg neyvar í avgerandi løtum, og tí kom munurin á máltalvuni at síggja heldur óneyðuga stórur út.

 

Tað byrjaði eisini væl, og tá tíggju minuttir vóru spældir legði Sunniva Willemoes Føroyar á odda við einum fantastiskum máli. Sunniva kom at standa væl fyri uttanfyri brotsteigin, og úr eini 20 metra fjarstøðu langaði hon bóltin upp í málhornið, uttan nakra møguleika hjá montenegriska málverjanum.

 

Eitt gott mál, sum eisini gav føroyska liðnum trúnna upp á, at eitt gott úrslit var í eygsjón. Føroysku spælararnir stríddust væl, og allan dystin á tamb megnaðu tær at gera tað trupult fyri vertirnar.

 

Men tær á heimaliðnum kendu sína vitjunartíð, og áðrenn hálvleik var Montenegro komið á odda 2-1, og í seinna hálvleiki fingu tær trý mál afturat, so úrslitið gjørdist 5-1 til Montenegro.

 

Í hinum dystinum í bólkinum, sum eisini var spældur týsdagin, vann Grikkaland 3-0 á útivølli móti Andorra.

 

Eftir tvey umfør hava Montenegro og Grikkaland 6 stig, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar. Mánaðarskiftið mai-juni fara liðini á vøllin aftur. Fríggjadagin 31. mai spæla Føroyar og Andorra á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, týsdagin 4 juni kemur Grikkaland á vitjan.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

 

##ms##

 

Sunniva Willemoes hevur júst lagt Føroyar á odda við einum fantastiskum langskoti - Mynd: Jakoba Svensdóttir