fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.5m/s

Leita á in.fo

Í morgin skal kavbátaskiparin, Peter Madsen, sum er handtikin, møta í grundlógaravhoyri, skuldsettur fyri dráp.

Vilmund Jacobsen 11.08.2017 (21:31)

Mystikkur um svenska tíðindakvinnu

Skiparin á kavbátinum Nautilus, kendi danski uppfinnarin, Peter Madsen, sum eisini sjálvur hevur bygt kavbátin, varð í dag bjargaður í land, eftir at kavbátur hansara sakk á einum royndartúri. Við á túrinum hevði hann eina svenska 30 ára gamla kvinnu, ið er tíðindakvinna og sum skuldi skriva um kavbátin. 

 

Tað var sjeikurin hjá kvinnuni, sum klokkan 02.30 í nátt fekk illgruna um, at eitt hvørt var áfatt. Hann hoyrdi einki frá henni, og tað virkaði, sum fartelefonin hjá henni var sløkt. Nú hevur danska løgreglan handtikið og skuldsett Peter Madsen, kavbátaskipara, fyri dráp, og hann skal møta til grundlógaravhoyr í morgin við kravi um varðhaldsfongsling.

 

Sambært løgregluni, sum hevur sent út tíðindaskriv um málið, noktar kavbátaskiparin seg sekan í drápi. Hann hevur sagt, at hann setti svensku tíðindakvinnuna í land hóskvøldið umleið klokkan 22.30. Tí vil løgreglan eisini í samband við fólk, sum møguliga kunnu hava sæð eitt hvørt – ella hava sæð svensku kvinnuna eftir klokkan 22.30 í gjárkvøldið.

 

Løgreglan í Keypmannahavn fekk klokkan 03.39 í nátt fráboðan frá Joint Rescue Coordination Centre, at Nautilus var forsvunnin og ikki var komin aftur av ætlaða túrinum. Tí sendi løgreglan út eina eftirlýsing eftir kavbátinum og teimum báðum, skiparanum og svensku tíðindakvinnuni, umborð.

 

Klokkan 10.30 í morgun var sjónligt samband við kavbátin í Køge Buktini, og síðan var eisini radiosamband. Men, stutt fyri klokkan 11 í morgun gekk eitt hvørt galið umborð hjá Peter Madsen, og kavbáturin sakk knappliga. Petur Madsen varð tó bjargaður í land, men svenska tíðindakvinnan var tá ikki umborð á kavbátinum.

 

Kavarar hava seinnapartin í dag verið niðri hjá Nautilus, sum liggur á sjey metra dýpi. Tað hevur tó higartil ikki verið møguligt hjá kavarum at sleppa inn í kavbátin. Í morgin skal Peter Madsen so møta í grundlógaravhoyri, skuldsettur fyri dráp á 30 ára gomlu svensku tíðindakvinnuna.