Leita á in.fo

Hallur av Rana 18.05.2018 (07:30)

- Náa stór mál

- Tað er generelt fyri tey fólk við Cystisk fibrosu, ið eg kenni, at tey náa stór mál. At renna eitt marathon er eitt stórt mál hjá øllum, óansæð um man er frískur og sjúkur. Tað hava bæði eg og Helena Dahl Olsen megnað, meðan onnur hava runnið hálv marathon. At vit gera tað við okkara lungafunksjón er heilt fantastiskt. Høgni Kunoy Dávason er eitt annað dømi. Hann er kendur um allan heim fyri sítt Taekwondo virksemi.


Tað sigur Ragnar Isaksen, ið er ein av fimtan føroyingum, ið hevur arvaligu sjúkuna Cystisk fibrosu, í samrøðu Vikuskiftis-Sosialin, har temaið hesa vikuna er um arvaligu sjúkuna.


Hóast Ragnar Isaksen hevur skerda lungafunksjón vegna sjúkuna, so hevur tað ikki forðað honum í at liva eitt aktivt lív og hevur hann millum annað umframt at runnið eitt marathon verið FM-meistari í golf fleiri ferðir, umboðað Føroyar á Oyggjaleikunum fýra ferðir og skal í summar súkkla til Paris við Tema Rynkenby. Og á ein hátt metir Ragnar Isaksen, at sjúkan hevur sín leiklut í hesum.


- Vit hava okkurt í okkum. Tað er nokk tað, at vit muga kempa fyri lívinum hvønn dag. Vit kunna eins væl gera tað øgiliga gott, tá ið vit allíkavæl gera tað, sigur Ragnar Isaksen.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Ragnar Isaksen í blaðnum, ið er til keyps í sølubúðum kring landið.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her