Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2019 (10:49)

Næmingar á Glasi kenna seg sviknar av leiðsluni

3. árs næmingarnir á Glasi seta nú føtur í spenn móti leiðsluni. Orsøkin er, at leiðslan ikki hevur kunnað tey rættstundis um, at talið á endaligum próvtøkum í summar verður hækkað munandi hjá fleiri næmingum.

 

Hetta er alt sambært lóg, ella eini kunngerð, sum kom í gildi í mai 2016, men næmingarnir vísa á, at tey søktu inn í mars 2016, altso undir gomlu skipanini. Næmingarnir vilja vera við, at kunngerðing tí skuldi verið galdandi fyri tey, sum søktu inn í mars 2017, aftan á at kunngerðin kom í gildi. Hon er tó, sum er, galdandi fyri tey, sum byrjaði í august 2016.

 

- Hendan broyting kom óvart á okkum, sum ganga í 3s á Glasi. Broytingin í sær sjálvum er als ikki órímilig, men kunning frá leiðsluni til næmingar, lærarar og lestrarvegleiðarar hevur als ikki verið nøktandi. Ja, faktiskt hevur hon slet ikki verið til staðar, tí vit vistu hetta ikki fyrrenn í síðstu viku, hóast kunngerðin um próvtøkur varð kunngjørd í mai 2016, skriva næmingarnir í tíðindaskrivi.

 

Næmingarnir mótmæla nú, at hóast leiðslan hevur vitað um hesar broytingar í skjótt trý ár, so hevur hon ikki kunnað teir 156 næmingarnar, sum skulu upp til próvtøku í summar, fyrr enn nú.

 

- Hetta eru greið dømi um, at leiðslan ikki hevur gjørt sítt arbeiði til fulnar við at kunna um hesar broytingar. Manglandi kunningin og vánaliga arbeiðið frá leiðslu skúlans kann í síðsta enda hava stórar avleiðingar fyri næmingarnir í 3s á Glasi, skriva næmingarnir.

 

Næmingarnir undrast eisini stórliga á, at hóast leiðslan viðgongur, at hon hevur gjørt ein feil, við ikki at kunna næmingarnar, so stuðlar leiðslan ikki næmingunum í at fáa kunngerðina broytta.

-  Hendan broyting átti ikki at gingið útyvir okkum, tí hon burdi verið galdandi fyri teir næmingar, sum søktu inn í 2017. Ikki okkum, sum søktu inní 2016, tí broytingin kom jú eftir at vit høvdu søkt. Okkara ynski er tískil, at Mentamálaráðið kann taka frávik frá næmingunum, sum byrjaðu á Glasi í 2016. So eru øll glað, og vit kunnu, við góðum treysti, fara í holt við próvtøkufyrireiking, uttan at kenna okkum svikin, siga næmingarnir.

 

Næmingarnir siga, at teir kenna seg sviknar.

- Vit kenna okkum svikin, og vit ynskja at fáa meiri virðing og at verða hoyrd. Tað tykist, eins og vit verða púra gloymd í øllum ruðuleikanum, sum gongur fyri seg á Glasi. Vit vilja sleppa at hava týdning og at fáa rætta viðferð, tí tað er tað, sum í síðsta enda gevur best úrslit. Samstarv og samskifti millum næmingar og leiðslu á Glasi manglar veruliga, og hetta vilja vit broyta. Tað tykist tó ikki, eins og leiðslan er hugað til at samstarva við okkum, og hetta er bæði spell og óheppið, siga næmingarnir.

 

3. ársnæmingarnir siga, at hóast seinasta árið hevur verið merkt av órógvið í og rundan um stovnin, so hava tey verið við gott mót og verið tolin.

- Vit eru ikki minst eisini errin av, at skjótt kunna kalla okkum fyrstu pisur á Glasi um nakrar fáar mánaðir. Tó vita vit, at ein harður endabrestur liggur fyri framman, og hetta er, sum at fáa stein omaná byrðu. Ein má jú minnast til, at prógvið, sum vit skjótt fara at fáa, myndar, hvørjar framtíðarmøguleikar hvør einstakur av okkum hevur, og nógv trýst liggur frammanundan á okkum, siga teir.

 

Les alt skrivið frá næmingunum her.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her