fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 14.5m/s

Leita á in.fo

Tilvildarlig mynd

Annika Kunoy Im 02.01.2018 (20:02)

Nærum 800 hava skrivað undir at tey stuðla pedagogunum

Tað eru fleiri, ið stuðla námsfrøðingunum, ið nú eru í verkfalli og verkbanni. Umframt at privat fólk skipa fyri eina stuðulsgongu fyri í morgin klokkan 15, eru undirskriftir savnaðar inn her undir heitinum Líka útbúgving - líka løn! - sjálvandi.

 

 

Í skrivandi stund hava nærum 800 fólk víst stuðul sín fyri pedagogunum og skriva undir, at tey taka undir við, at námsfrøðingarnir skulu hava eina lønarhækkan og ein betri sáttmala. 

 

 

Les eisini: Nú verður stuðulsgonga til frama fyri pedagogunum

 

 

Verkfallið hjá pedagogunum veður hert í morgin, tá eini 100 pedagogar afturat fara í verkfall, og nú rakar verkfallið so ógvusligt, sum tað kann. Í morgun segði Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, við in.fo, at limirnir í Føroya Pedagogfelag vænta, at okkurt munagott kemur burturúr verkfallinum, og at felagið er til reiðar at rinda prísin fyri, at tað skal henda nú.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her