Í Afganistan eru 70 fólk deyð, og talið av løstaðum er 56 - eftir illveður og áarføri. 2627 bústaðir hava eisini fingið skaða.

Næstan 140 deyð í illveðri í Afganistan og Pakistan

Framvegis verður roknað við áhaldandi illveðri og regni í londunum.

Í Afganistan eru 70 fólk deyð, og talið av løstaðum er 56 - eftir illveður og áarføri. 2627 bústaðir hava eisini fingið skaða.

Talið av deyðum eftir herviligt illveður og regn í Afganistan og Pakistan er nú komið upp í 137. 

 

Framvegis verður roknað við áhaldandi illveðri og regni í londunum.

 

67 fólk eru deyð í Pakistan sambært landsins myndugleikum, sum vísa á, at har hevur verið óvanliga nógv regn.

 

Afganistan er eisini rakt at illveðri, regni og floymi um alt landið. Her eru 70 fólk deyð, og talið av løstaðum er 56.

 

Umframt talið av deyðum og løstaðum, hava 2627 bústaðir eisini fingið skaða.

 

Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi úr fjarskotnu londunum í dag.

 

Í Afganistan eru 70 fólk deyð, og talið av løstaðum er 56 - eftir illveður og áarføri. 2627 bústaðir hava eisini fingið skaða.