Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.03.2019 (09:33)

Næstan ein millión til tvær ítróttargreinar á Tvøroyri

Í gjárkvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð at játta tveimum ítróttargreinum í býnum tilsamans næstan eina millión krónur í stuðuli.

 

Kappróðrarfelagið fær 500.000 krónur í stuðuli  til at byggja nýtt kappróðrarneyst fyri. Hetta er peningur, sum er avsettur á fíggjarætlanini hjá kommununi, og sum býráðið endaliga samtykti at játta í gjárkvøldið. Tað verður felagið sjálvt, sum skal standa fyri byggingini.

 

Somuleiðis játtaði býráðið at lata Tvøroyrar Bóltfelag, TB, 480.000 krónur í stuðuli í ár. Hetta er eitt mál, sum hevur ferðast aftur og fram ímillum ymsar nevndir í býráðnum, men í gjárkvøldið varð tað endaliga játtað at lata stuðulin.

 

Annars vórðu 300.000 krónur settar av á fíggjarætlanini til TB, men minnilutin í býráðnum mælti til at hækka játtanina upp í eina hálva millión.

 

Súsanna Bertholdsen, forkvinna í mentanarnevndini, var ikki sinnað at lata TB so stóran stuðul uttan so, at ein partur av játtanini verður latin sum ein eykajáttan. Hon førdi fram, at skal TB hava eina hálva millión í stuðuli, verður øll játtanin til stuðul til ítróttarfeløg uppi, og tað heldur hon ikki er rættvíst ímóti øðrum ítróttarfeløgum í kommununi, tí so fáa tey ongan stuðul.

 

Hon vísir eisini á, at býráðið letur eisini TB nógvan stuðul í aðrar mátar, tí Kommunan hevur gjørt fótbóltsvøllin við Stóra, og allar hentleikar, sum har eru, umframt at býráðið rindar fyri sljós og varma, og aðrar rakstrarútreiðslur, eisini fyri húsavørðin.

 

Hon vísti á, at tað eru eisini onnur ítróttarfeløg í kommununi enn TB, og hon helt ikki, at tey tað er rætt, at tey skulu vera við sviðusoð. Tí skeyt hon upp at TB fekk 300.000 krónur í stuðuli, sum upprunaliga ætlað í fíggjarætlanini.

 

Men harafturat mælti hon til at játta felagnum 180.000 krónur afturat, men at tað verður latið sum ein eykajáttan. Tann peningurin skal latast sum mánaðarligum gjøldum við 20.000 krónur um mánaðin, frá í apríl í ár og árið út.

 

Tað merkir, at tilsamans fær TB sostatt 480.000 krónur í stuðuli frá kommununi, men tað merkir eisini, at peningur verður eftir til at stuðla øðrum ítróttargreinum við, soleiðis at tey ikki vera fyri mismuni. Og tað var eisini hetta, sum býráðið samtykti í gjárkvøldið.

 

Býráðslimir siga, at skal TB hava nakran møguleika at fóta sær í bestu fótbóltsdeildini, er ein dyggur stuðul frá kommununi ein fortreyt. Og teir vístu eisini á, at TB hevur stóran týdning fyri tvørafólk, og fyri felagskensluna hjá fólki á Tvøroyri, og tí vóru tey sinnað at lata stuðulin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her