Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.01.2018 (09:20)

Næstan tvær milliónir bilar gjøgnum undirsjóvartunlarnar

Ferðslan gjøgnum undirsjóvartunlarnar heldur á at vaksa. Í Norðoyatunlunum øktist ferðslan við 13,8 prosentum og í Vágatunlinum við 12,6 prosentum, skrivar tunnilsfelagið.

 

Í 2017 var miðalferðslan í Vágatunlinum 2.301 akfør um døgnið. Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var  839.750 í 2017 í mun til 746.070 akfør í 2016, ein øking á 12,6%, ella 93.680 akfør fleiri enn árið fyri.

 

Í Norðoyatunlinum var miðalferðslan í 2017, 3.119 um døgnið. Íalt koyrdu 1.138.369 gjøgnum  Norðoyatunnilin í 2017 í mun til 1.000.632 í 2016, ein øking á 13,8%, svarandi til 137.737 fleiri akfør enn í 2016.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her