fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 11.01.2019 (16:00)

Narkodeildin: Nógvir bilførarar koyra rúsaðir

Í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir, sum vóru ávirkaðir av rúsevnum, meðan teir koyrdu. At ung fólk koyra, meðan tey eru ávirkað av rúsevnum, er ein vaksandi trupulleiki, sum narkodeildin hjá løgregluni sær alsamt meira til. 

 

- Vit síggja fleiri og fleiri ung, sum koyra bil, meðan tey eru ávirkað av rúsevnum. Talan er í roynd og veru um rættiliga nógv fólk. Tað er so lætt at fara út og koyra biltúr og roykja hassj samstundis, sigur Jan Johannesen frá narkodeildini, sum sigur, at talan fyri tað mesta er um bilførarar, sum hava roykt hassj. Men løgreglan sær eisini nógv til onnur rúsevni sum amfetamin og mdma. 

 

Fyri bara einum ári síðan hevði narkodeildin ikki líka nógv mál um rúsaðar bilførarar, men hetta er bara tí, at tá var sjóneykan ikki sett á trupulleikan.

 

- Vit royna at hava meira fokus á rúsevni, tá vit steðga bilum í dag, tí vit kenna jú til tendensin. Fólk hava heilt sikkurt koyrt rúsað fyrr, og nú, tá vit eru byrjað at kanna fleiri bilførarar, fáa vit sjálvandi væl fleiri mál, sigur Jan Johannesen.

 

 

Sløvir bilførarar á vegnum

 

- Tað er vandamikið at koyra rúsaður av rúsevnum. Mann verður sløvur og reagerar ikki líka skjótt, sum tá mann er edrúur, tí reaktionsevnini vera ávirkað. Hesum síggja vit ein stóran vanda í, sigur Jann Johannesen.

 

Hann heldur, at tendensurin við rúsevnum og koyring er tann sami, sum hann fyrr var við rúsdrekka, tá tað var meira góðtikið at koyra fullur.

 

- Mann hevði sama leysa hugburð til alkohol fyrr, og tí vóru tað so nógv, sum koyrdu full. Men tá mann gjørdi átøk ímóti tí, minkaði tað, og í dag koyrir mann slett ikki fullur uppá sama máta, sum mann gjørdi fyrr, sigur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her