Nato-leiðarin boðar frá øktum hernaðarligum stuðli til Ukraina

Nato hevur ikki livað upp til tað, Ukraina varð lovað, sigur aðalskrivarin. Men tað verður broytt nú.

Vitjanin hjá Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivara í Ukraina í dag, er triðja vitjan hasara, síðani Russland gjørdi innrás í landið. Foto: Roman Pilipey/Ritzau Scanpix

Limalondini í verjusamgonguni Nato hava seinastu mánaðirnar svikið Ukraina við ikki at liva upp til lyfti um hernaðarligan stuðul.

Men nú fer renslið av vápnum og lóðuri at økjast.

Soleiðis sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, undir eini ófráboðaðari vitjan í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kyiv, í dag. 

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Stoltenberg hevur havt fund við Volodymyr Zelenskyj, forseta, go skal eisini tosað við fyri tjóðartinginum í Ukraina, Verkhovna Rada.

– Eg vil eisini vera ógvuliga erligur mótvegis Zelenskyj forseta og Rada og siga, at nato-sameind ikki hava latið tað, vit hava lovað seinastu mánaðirnar, sigur Stoltenerg í tokinum, hann koyrdi við til Kyiv.

– USA brúkti seks mánaðir upp á at semjast um ein hjálparpakka, og evropeisk sameind hava ikki latið tað lóður, vit lovaðu. Men nú eri eg vísur í, at hetta verður broytt.

Stoltenberg heftir seg við, at Kongressin í USA hevur samtykt fíggjarliga hjálp til Ukraina upp á 425 milliardir krónur.

Hann nevnir eisini, at Týskland hevur sagt ja til at geva Ukraina nýggja loftverjuskipan, og at Holland hevur økt sína hjálp.

Men Jens Stoltenberg væntar, at tað koma nýggjar skyldur frá Nato-londum.

Vitjanin hjá aðalskrivaranum kemur í eini truplari tíð á vígvøllinum fyri Ukraina.

Russiskar deildir hava lutvíst hav framgongd tí at Ukraina hevur tørvað vápn og lóður.

Men sambært Jens Stoltenberg hevur Russland goldið »ein høgan prís fyri territorialan vinning«.

Ukraina kann enn náa at venda gongdini til sín egna fyrimun, sigur hann víðari.

– Tað er ikki ov seint fyri Ukraina at vinna. Men tað er eisini tí, at tað hevur týdning, at Nato-sameind veruliga gera tað, vit hava lovað, og at vit umseta forpliktilsi til veruligar veitingar av vápnum og lóðuri.

/ritzau/

 

Vitjanin hjá Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivara í Ukraina í dag, er triðja vitjan hasara, síðani Russland gjørdi innrás í landið. Foto: Roman Pilipey/Ritzau Scanpix