Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.07.2018 (12:59)

NATO skal taka atlit til føroysk fiskiskip

Danska stjórnin staðfestir, at sjálvandi skulu atlit takast til føroysk fiskiskip, tá NATO skipar fyri venjingum innan fyri føroyska fiskimarkið. Tað er greitt í svarinum, sum Claus Hjort Frederiksen hevur givið Magna Arge, fólkatingslimi.

 

Magni Arge spurdi danska verjumálaráðharran um NATO-venjingina, sum var í føroyskum øki 30. juni.

 

Claus Hjort Frederiksen svarar sum áður, at Danmark ikki luttók í venjingini, og tí ikki veit stórt meiri um hana.

 

Hann sigur tó, at sjóverjan kannar tilburðin og fer at virka fyri at fáa betri kunning um virksemi hjá fremmandum herskipum í sjóøkinum.

 

Danski verjumálaráðharrin sigur kortini, at einki er, sum forðar NATO í at hava slíkar venjingar uttan fyri 12 fjórðingar, tí hóast føroyska fiskimarkið gongur út á 200 fjórðingar, so hevur ein statur bara vanligan ræðisrætt á økinum út til 12 fjórðingar.

 

Hann ger tó greitt, at hóast aðrar tjóðir hava frælsi at ferðast innan fyri 200 fjórðingar, so eiga tey at taka atlit til rættindini og skyldurnar hjá umtalaðu tjóð og halda hennara lógir og ásetingar, eisini tá talan er um hernaðarvenjingar. Tí eigur eisini NATO at taka atlit til møgulig føroysk fiskiskip í økinum, tá hernaðarvenjingar eru, sigur danski fiskimálaráðharrin.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her