Leita á in.fo

Jóhann Mortensen 13.05.2017 (07:05)

Náttúruoyðingin á Sund og við Sundsá 4

Skulu koyra 60.000 grótlastir á landsvegnum inn á Sund   

 

60.000 lastbilar við gróti eftir landsvegi. Tað ljóðar øðiligt. Men tað ætlar Tórshavnar kommuna at flyta úr tunnilsmunnanum á Hvítanesi inn á Sund. Hetta er ein annar neiligur partur í náttúruoyðingini hjá formanninum í vinnunevndini og havnameistaranum á Sundi.

 

Talið byggir á upplýsingrnar, sum havnameistarin gav í síni jánkasligu grundgeving á borgarafundi í Kaldbak í jólavikuni. Jólagávan frá honum og kommununi vóru millum 500.000 og 600.000 rúmmetrar av tunnilsgróti.

 

Harafturat byggir talið 60.000 lastir á ta støðu, at lastbilarnir taka 10 rúmmetrar. Taka teir 20 rúmmetrar, er talið bara 30.000 lastbilar.

 

Men vit skulu hava í huga, at talan er um ein landsvegatein, har nógv ferðsla er. Í 2012 koyrdu oman fyri 6000 bilar á hesum vegnum um samdøgrið. Ikki á nøkrum vegi er so nógv ferðsla. Vit, sum dagliga koyra henda vegin, vita, at ferðslan er nógv økt. Tað verður ikki hugaligt at liggja í reyvini á øllum lastbilunum, sum skulu koyra hesar stóru grótlastirnar. Og allar vandamiklu yvirhálingarnar, sum fara at verða gjørdar hvønn dag!!!

 

Men líka so lítið, sum Tórshavnar býráð hevur havt  náttúruoyðingina í huga, líkaso lítið hevur Tórshavnar býráð havt ferðslu- og flutningsspurningin í huga.

 

Hvat sigur Landsverk og Ferðlutrygd til henda flutningin? Hann kann neyvan skírast lættur, men helst vandamikil? Á Landsverki undrast verkfrøðingar yvir, at teir einki vita um hesa ups-loysnina - ”hovsa-loysnina”.

 

Ein loysn, sum byggir á øvundsjúku um, at eysturoyingar máttu ikki fáa tunnilsgrótið Streymoyarmegin.

 

Eg eri kunnaður um, at tá norska byggifyritøkan NCC kom til okkara náttúruvakra land, sum Havnar býráð ætlar at oyðileggja ein størri part av, ætlaði NCC at leggja eina ”spunskei” í Sandvíkum og flyta tunnilsgróti við grótprámi til annað stað. Eysturoynna, er mær sagt.

 

Eisini frættist, at bóndin á Hoyvíksgarði varð biðin at koma í Sandvíkar at meta um ætlanina. Tað sigst, at hann mælti NCC í staðin at leggja eina ”spunskei” í Ryssugili. Hetta gilið er beint niðanfyri alla náttúruoyðingina á Hvítanesi. Tað merkir nærri tí lovaðaða holinum. Og við hesi loysnini varð ikki neyðugt at fara niðan á landsvegin. Verkfrøðingurin hjá NCC helt hesa loysnina vera nógv betri, hóast veðrið óivað onkuntíð kundi seinka grótflutninginum.

 

Men eftir tí, sum menn siga, kom fjáltur á teknokratar, byrokratar og politikkarar í høvuðsstaðarkommununi, tá tað frættist, at grótið skuldi flytast inn á Skálafjørðin. Havnin mátti fáa fatur á grótinum. So heldur oyðileggja náttúruna á Sundi. Og tað samtykti so ein meiriluti í býráðnum síðst í november. Við vælsignilsi frá friðingarmyndugleikanum, sum ikki tímdi at fara inn á Sund. Men uttan at spyrja ta demokratiskt valdu Kaldbaksnevndina. Hon skal annars hoyrast í øllum málum, sum hava samband við Kaldbaksfjørð.

 

So at siga allir borgarar í Kaldbak skrivaðu undir eitt mótmæli ímóti náttúruoyðingini á Sundi. Kaldbaksfólk vilja varðveita náttúruna á Sundi. Kaldbaksfólk halda, at tá 8-9 kilometrar av fjøruni framvið fjørðinum eru farnir undir grót og veg, skal tað, sum eftir er, varðveitast. Er náttúran fyrst oyðiløgd, vendist ikki aftur.  Tá slík inntriv – irreversiblar ætlanir – skulu fremjast í verki í upplýstum og demokratiskum samfeløgum, har tey hava virðing fyri náttúru- og umhvørvi, verða ætlanirnar væl og virðiliga viðgjørdar og vendar. Eisini verða allir partar hoyrdir. Men er á landi er virðingin hjá summum teknokratum og politikkarum fyri náttúru og fólki sera lítil. Eins og í óupplýstum samfeløgum verða slík ups-mál skrumblað ígjøgnum.

 

Vónandi vakna fólkavaldu politikkararnir í Tórshavnar býráð. Vónandi ásanna teir, at teir eru valdir at tæna borgarunum. Eisini teimum í Kaldbak, sum ikki vilja hava eitt vinnuøki hinumegin fjørðin. Og ikki bara tæna teknokratunum og byrokratunum, sum tykjast at hava alt ov nógv vald í Havnini.

 

Góðu býráðspolitikkarar. Gamla grótkastið á Sundi er og hevur verið ein stór skomm. Vilja tit eisini hava ein slíkan minnisvarða reistan eftir tykkum?

 

Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak tann 11. Mai 2017

 

Jóhann Mortensen