fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Annika Olsen 07.09.2018 (14:03)

Nei takk til kommunala útjavning

Búskaparráðið hevur latið frá sær nýggja heystfrágreiðing. Ikki óvæntað fyllir kommunali búskapurin nógv.  Eitt heilt brot er um støðuna hjá Tórshavnar kommunu, ið sigst at vera í einari serligari støðu. Sambært búskaparráðnum gongur tað ov væl í Tórshavnar kommunu, og tí eigur at vera umhugsað at seta kommunala útjavning í verk.

 

Lat tað vera sagt púra greitt, at Tórshavnar kommuna kemur aldrin at ganga við til eina kommunala útjavningarskipan. Hetta er at kvala alt hugflog og initiativ hjá kommununum at klára seg væl og er við til at køva arbeiðshugin hjá fólki og vinnu. Tórshavnar kommuna skal ikki revsast fyri góðu gongdina. Tey, sum hava stríðst fyri góðu gongdini skulu ikki revsast við at lata yvirkotið til aðrar kommunar og politikarar at stýra. 

 

Í øðrum lagi verður sagt, at kommunan eigur at lækka skattin. Vit kunnu vera samd í tí, at tað aldrin eigur at vera tikið ov nógv inn í skatti og at lágt skattatrýst er gott fyri kappingarførið.  Tórshavnar kommuna hevur eitt tað lægsta skattaprosentið í landinum á 19 %. Hetta er uttan iva viðvirkandi til góðu gongdina í Havnini. Tað, sum tó undrar  meg eitt sindur í tilmælinum hjá búskaparráðnum er, at tað tykist at leka ímillum teori og praksis.  At  lækka skattin í løtuni er at seta enn meiri ferð á ein longu upphitaðan búskap, sum búskaparráðið annars rópar varskó um. 

 

 

Gevið kommununum frið

 

Tað tykist at vera ein stór trongd hjá landspolitikarum at stýra kommununum og teimum kommunalu íløgunum. Orðaljóðið úr fíggjarmálaráðnum er, at kommunurnar mugu lækka íløgurnar, tí annars gongur galið. Ístaðin fyri at geva kommunum rættu amboðini, so frættist úr landsstýrinum, at ein konjunkturjavnandi lóggáva skal setast í verk til tess at stýra kommunalu íløgunum.

 

Samstundis sum lógarbundnar útreiðslur hjá landinum verða fluttar kommununum at gjalda t.d hækkaðu fyritíðarpensjónin 25 mió , broytingar í fólkapensjónini fyri 25 mió, útreiðslur av eldraøkinum (tvs tann partin, sum landið enn eigur ábyrgd av), so skulu kommunurnar eisini leggjast undir umsiting av landinum viðvíkjandi íløgunum. Hetta er púra ófrættakent og manglandi virðing fyri kommunala sjálvræðnum.

 

Tað er lætt hjá landinum at minka um sín egna rakstur, tá  útreiðslurnar verða fluttar  yvir til kommunurnar og lætt at minka um íløgurnar, tá ið tað eru kommunurnar, ið skulu gera tað heldur enn landið.

 

 

Heildarmyndin manglar

 

Myndin hjá búskaparráðnum og landsstýrinum av kommunalu viðurskiftunum er sera ónuanserað. Tórshavnar kommuna er vaksin við út við 1000 fólkum tey seinastu 3 árini. Burðartalið veksur áhaldandi og bara í fjør fluttu 76 børn undir skúlaldur til Tórshavn úr útlondunum. Hetta er gleðiligt, men setur stór krøv til vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar og skúlar, umframt at tað eisini setur krøv til útstykkingar og bústaðir.

 

À hinari síðuni hava vit eina stóra avbjóðing, tá tað kemur til okkara eldri. Okkara gomlu kunnu ikki setast inn í eitt Exel ark hjá búskaparráðnum, tá tað einasta tey hava tørv á er eitt pláss á einum røktarheimi. Vit sleppa ikki undan at raðfesta okkara gomlu og børnini, tí tað eru so grundleggjandi vælferðartænastur, sum skulu virka í eini kommunu.  Fyri ikki at gloyma eitt niðurslitið vegakervið, kloaknet, vatnleiðingar, kirkjugarðar við meiri. 

 

Búskaparráðið nýtist ikki at óttast tilvildarligar íløgur hjá kommununum. Tær meirinntøkur, sum Tórshavnar kommuna fær fara beinleiðis aftur til borgaran, til vitalar tænastur t.d nýggjur umlættingardepil til okkara gomlu, demensdepil á Tjarnargarði, eitt nýtt røktarheim umframt útbyggingar á dagstovnaøkinum. 

 

 Vit eru fullgreið yvir, at alt ikki letur seg gera í senn, tað er manglum uppá arbeiðsmegi í løtuni,  verkætlanirnar eru  ov dýrar og tí hava vit raðfest tær íløgurnar, ið beinleiðis eru tengdar at borgarunum, meðan aðrar íløgur eru útsettar. 

 

 

Mangla røttu amboðini

 

Mín áheitan á landspolitikarar er at leggja trongdina til at stýra kommununum til síðis og heldur hava álit á kommunum, at tær megna at stýra sínum egnu viðurskiftum. Tær hava prógvað hetta í verki við góðu gongdini. Skal landið endiliga gera broytingar, eigur landið heldur at geva kommunum røttu amboðini at stýra íløgunum. Ístaðin fyri at seta eina køvandi og óneyðuga konjunkturútjavnandi íløgulóg í verk, eigur landsstýrið at geva kommununum heimildina at leggja ein part av yvirskotspeningi í ein íløgugrunn, soleiðis at kommunalu  íløgurnar kunnu spjaðast yvir tí, og harvið verða konjunkturjavnandi. Tað vildi verið skynsamur politikkur. 

 

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her