Nephew ger comeback

Danski bólkurin við føroyska sangaranum fer nú aftur á pall

Stóri danski rockbólkurin Nephew, sum ofta hevur spælt í Føroyum, ger nú comeback. Næsta ár spæla skulu teir spæla konsert bæði í Herning og í Keypmannahavn.

 

Tað eru fleiri ár síðani, at teir seinast framførdu, men í dag kunnger Nephew, at bólkurin fer aftur á pall. Um eitt gott ár, tað vil siga 5. og 6. oktobur, spæla teir í Boxini í Herning og í Royal Arena í Keypmannahavn. 

- Vit kunnu ikki lata vera. Nephew er sum ein familja, bæði innanhýsis og hvat lurtarunum viðvíkur, og aftan á at vit hvør sær hava verið úti og uppliva nýggj ting, saknar okkum eina veitslu við familjuni aftur, sigur forsangarin Simon Kvamm í tíðindaskrivi til danskar miðlar.

 

Síðani seinast hevur bólkurin knýtt ein lim afturat at sær. Talan er um tónleikaran og framleiðaran Marie Høilund, sum hevur spælt við Marybell Katastrophy. 

 

Í tíðindaskrivinum er eisini okkurt sum bendir á, at nýtt tilfar er á veg frá bólkinum. Seinasta útgávan hjá Nephew, Heartbreaker, kom út í 2012. Seinast teir vóru á palli var í 2014. Seinast teir vóru í Føroyum var á G! í 2013. Sum flest øll vita slektar forsangarin í Nephew, Simon Kvamm, úr Gøtu.