Netanyahu: 20 av 24 Hamasherdeildum eru fyribeindar

Sivila stjórnin í Gaza kann sambært Netanyahu fáa brúk hjá hjálp frá Sameindu Arabisku Emiratunum og øðrum

Ísrael hevur oytt 20 av 24 Hamasdeildum.

Amerikanska sjónvarpsstjørnan Dr. Phil McGraw vitjaði fyrr í hesum mánaðin eina propalestinska tjaldlegu á University of California Los Angeles (UCLA) i USA. - Foto: Mike Blake/Reuters

Tað sigur forsætisráðharrin í Ísrael, Bnejamin Netanyahu, í eini samrøðu við amerikansku sjónvarpssendingina, »Dr. Phil Primetime«, skrivar tíðindastovan Reuters.

Sambært Netanyahu verður brúk fyri einum slag av sivilari stjórn í Gazageiranum, helst við hjálp frá Sameindu Arabisku Emiratunum og »øðrum, sum vilja støðug viðurskifti«.

Forsætisráðharrin sigur víðari, at hann vónar, at hann og amerikanski forsetin, Joe Biden, kunnu vinna á ósemjunum sínamillum í sambandi við kríggið hjá Ísrael í Gazageiranum.

Viðmerkingin kemur, eftir at USA hevur afturhildið vápn.

– Vit hava mangan verið samdir, men vit hava havt okkara ósemjur. Vit hava verið førir fyri at vinna á teimum. Eg vóni, at vit kunnu vinna á teimum nú, men vit vilja gera, tað sum vit kunnu fyri at verja okkara land, sigur forsætisráðharrin í samrøðuni.

Amerikanski forsetin hótti hósnáttina okkara tíð Ísrael við at steðga vápnaveitingum, um Ísrael gjørdi innrás í Rafah í syðra parti av Gaza.

Frammanundan hevur amerikanski verjumálaráðharri, Lloyd Austin, váttað, at USA lngu hevur steðga eini veiting av bumbum. Tað var tí, at stúrt varð fyri, at bumburnar fóru at verða brúktar í Rafah, skriar amerikanski sjónvarpsstøðin CNN.

Fyrr í gjárkvøldið ljóða frá ísraelska forsætisráðharranum, at Ísrael vil »stríðast við neglum okkara«, um tað verður neyðugt.

Landið er til reiðar at standa einsamalt um neyðugt, segði Netanyahu.

– Men vit hava nóg meira enn neglir okkara, og við andsmegi okkara og Guds hjálp fara vit at vinna, segði hann í eini video.

/ritzau/

 

 

 

Amerikanska sjónvarpsstjørnan Dr. Phil McGraw vitjaði fyrr í hesum mánaðin eina propalestinska tjaldlegu á University of California Los Angeles (UCLA) i USA. - Foto: Mike Blake/Reuters