fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 18.05.2017 (23:36)

New York: Ung kvinna deyð og minst 23 fingið skaða

Í dag óttaðust fólk, at talan var um yvirgang, ta ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á Time Square í New York.

 

 

So kom fram, at talan helst var um ferðsluóhapp, rúsdrekkakoyring, og at ein hevði latið lív og at 10 - 12 fólk høvdu fingið skaða.

 

 

Nú er greitt, at ein 18 ára gomul kvinna er deyð, og at minst 23 hava fingið skaða. Teirra millum er 13 ára gamla lítlasystirin hjá deyðu kvinnuni.

 

 

Tann 26 ára gamli bilførarin er handtikin og eyðmerktur sum Richard Rojas. Hann er áður dømdur fyri rúsdrekkakoyring í 2008 og í 2015. Hann hevur verið hermaður og er amerikanskur statsborgari.

 

 

Bill de Blasio, borgarstjóri í New York, sigur, at onki bendir á, at talan er um yvirgangsatsókn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her