Leita á in.fo

Danjal av Rana 01.09.2015 (23:38)

10 nýggir løgtingslimir

10 av teimum, sum nú verða innkallaði til tingfund, eru nývald í mun til farna løgting. Tey eru Edmund Joensen, Magnus Rasmussen og Magni Laksáfoss í Sambandsflokkinum, Sonja Jógvansdóttir, Heðin Mortensen og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, Jógvan Skorheim úr Nýggjum Sjálvstýri, Magni Arge og Katrin Kallsberg úr Tjóðveldi og Hanna Jensen úr Framsókn.

 

 

Fimm teirra, Magnus Rasmussen, Sonja Jógvansdóttir, Bjarni Hammer, Magni Arge og Katrin Kallsberg, hava ongantíð havt sæti á tingi fyrr.

 

Nýggja løgtingið, áðrenn landsstýrið er mannað og varafólk eru komin inn, telur sostatt 10 kvinnur og 23 menn, sum er ein kvinna minni enn í undanfarna løgtingið.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her