Hans átti hugskotið um nýbygging

- Vit ivaðust leingi í, hvat vit skuldu gera við henda partin av bygninginum, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.


- Nevndin tók undir við mær, og í dag eri eg ógvuliga glaður fyri, at vit valdu nýbygging, sigur Hans Joensen.

- Nevndin tók undir við mær, og í dag eri eg ógvuliga glaður fyri, at vit valdu nýbygging, sigur Hans Joensen.

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, fegnast um, at stóra byggiverkætlanin við hjá felagnum Tinghúsvegin nú er komin undir land.

 

- Vit ivaðust leingi í, hvat vit skuldu gera við henda partin av bygninginum, sum var tann gamli Farodane-bygningurin. Bygningurin var í ringum standi, og vit høvdu eitt tilboð upp á dagføring. Vit væntaðu tó ikki, at vit fóru at fáa nóg nógv burtur úr hesum, soleiðis sum standurin var.

 

Formaðurin sigur, at tað var hansara uppskot at ríva gamla bygningin niður og byggja ein nýggjan bygning í fimm hæddum uppaftur.

 

- Nevndin tók undir við mær í hesum, og í dag eri eg ógvuliga glaður fyri, at vit valdu hesa loysnina. Vit hava havt góðar ráðgevar, og vit hava spurt okkum væl og virðiliga fyri, soleiðis at alt er avgjørt niður í minstu smálutir - eisini fyri at tryggja okkum, at vit kendu endaprísin á verkætlanini.

 

Hans Joensen sigur, at nýggi bygningurin nú er liðugur og klárur at flyta inn í.

 

- Gólvvíddin í hvørjari hædd sær liggur um 300 fermetrar, soleiðis at samlaða fermetratalið liggur um 1500 fermetrar tilsamans. Vit koma at húsast á 2. hædd inn frá vegnum, og síðan verður restin av bygninginum leigaður út, harav Landsverk hevur tað mesta.

 

Tilboðið hjá Búsetur fyri verkætlanina er á 34,7 miljónur krónur, og haraftrat skal gjaldast fyri eitt nú ráðgeving.

 

- Í sáttmálanum hava vit tryggjað okkum, at vit ikki verða undirdýktir við eykarokningum. Prísurin hevur hildið. Verkætlanin hevur av givnum orsøkum drigið eitt sindur út í mun til sáttmálan, men tað er eingin katastrofa. Vit fáa ein góðan bygning, og tað er hetta, sum hevur størstan týdning fyri okkum, sigur Hans Joensen.