542 metrar eftir á mál

Mynd: p/f Eysturoyartunnil

Mynd: p/f Eysturoyartunnil

Nú resta einans 542 metrar eftir at spreingja í Eysturoyartunlinum. Tað boðar tunnilsfelagið frá á Facebook í morgun, aftaná at tunnilstoymini í síðstu viku sprongdu 137 metrar.

Frá rundkoyringini og móti Rókini mangla nú einans 85 metrar at spreingja, meðan tað millum Eysturoynna og Streymoynna mangla 445 metrar.

Viðvíkjandi arbeiðinum í farnu viku skrivar tunnilsfelagið, at 46 metrar blivu sprongdir frá Streymoyarlandi, meðan 38 metrar vórðu sprongdir eysturoyarmegin.

Harumframt blivu 53 metrar sprongdir á teininum frá rundkoyringini og móti Rókini. 

Mynd: p/f Eysturoyartunnil