Leita á in.fo

Tróndur Arge 20.06.2014 (22:03)

Adrian Cieslewicz til B36

Leiðslan hjá B36 váttar í kvøld, at Adrian Cieslewicz hevur gjørt sáttmála við B36, men at framvegis manglar at fáa uppihaldsloyvið upp á pláss. Hetta verður ikki mett at verða ein trupulleiki. Millum annað tí Adrian hevur búð í Føroyum í átta ár sum yngri.

 

Les eisini: Adrian venur við B36

 

Talan er um ein sáttmála fyri restina av kappingarárinum, tí tað áleggur reglugerðin. Tað stendur tó Adrian frítt at fara áðrenn 31. august, tá altjóða flytingarvindeygað letur aftur.


Les eisini: Fótbóltspanelið: B36 favorittur móti HB

 

Adrian er uttan sáttmála í løtuni, eftir at sáttmálin við Kidderminister gekk út. Kviki vongurin, sum er beiggi navnframa B36 framherjan Lukasz Cieslewicz, leitar framvegis eftir felagi uttanlands. Tí er talan í nógvar mátar um eina fyribils avtalu, sum kann gagna báðum pørtum her og nú.

 

B36 skal í summar luttaka í Europa League. Seinasta freist at innlima spælarar í Europa leagur hópin er 23. juni, men so hevur felagið møguleika at leggja ein spælara afturat. Tí er væl hugsandi, at Adrian spælir við í Europa League dystunum.

 

Adrian, sum búði flestu av sínum árum í suðri og spældi við VB, hevur verið í Føroyum fyri at vitja beiggja sín Lukasz Cieslewicz. Nú er líkt til, at teir báðir koma at spæla á sama liðið.

 

Flytingarvindeygað letur upp mánadagin. Tá kann árstalsfelagi í Gundadali eisini brúka Odmar Færø og Rógva Poulsen, sum báðir skifta til oddaliðið í summar. B36 liggur fimm stig fremst í landskappingini, og skal sunnudagin spæla móti HB, sum liggur nummar tvey.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her