fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 15.09.2015 (10:04)

Aksel er nýggjur løgmaður Føroya fólks

Aksel V. Johannesen er nýggjur løgmaður Føroya fólk. Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá løgtingið valdi formannin í Javnaðarflokkin til hægsta politiska starvið í útinnandi valdinum.


Tveyogtjúgu tinglimir atkvøddu fyri Aksel V. Johannesen, meðan átjan atkvøddu blankt.


Umframt samgonguflokkarnir, ið eru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, so atkvøddu tinglimirnir hjá Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkinum, umframt leysgangarin Annika Olsen, fyri Aksel V. Johannesen. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøddu blankt.


Aksel V. Johannesen verður harvið tann trettandi løgmaður, ið hevur sitið síðani heimastýrislógin kom í gildi.


Aksel V. Johannesen er føddur 8. november 1972 og varð fyrstu ferð valdur á ting 29. oktober 2011. Frammanundan løgtingsvalið í 2011 var hann landsstýrismaður frá juni 2009 til november 2011, fyrst í heilsumálum og síðani í fíggjarmálum.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her