Aldrin áður hent í føroyskum politikki

Tingbólkurin hjá Framsókn er søguligur.

Tá Poul Michelsen fyrradagin tók við sum landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum, merkti tað, at nummar trý á listanum hjá Framsókn, Ruth Vang, tók sæti á tingi.


Harvið var tingbólkurin hjá Framsókn einans ”mannaður” av kvinnum, tí hin tinglimurin hjá Framsókn er Hanna Jensen.


Tað er áður hent, at flokkar við einans einum tinglimi hava havt eina kvinnu inni sum varafólk. Harumframt var tingbólkurin hjá Tjóðveldi í eitt styttri tíðarskeið einans mannaður av kvinnum, tá Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu vóru í farloyvi.


Hetta er tó fyrstu ferð, at ein tingbólkur er mannaður av tinglimum og føstum varafólkum, ið einans eru kvinnur.


Í morgun legðist Annika Olsen, fyrrverandi tingkvinna fyri Fólkaflokkin, so aftrat tingbólkinum hjá Framsókn.


Harvið eru tað í dag tríggjar kvinnur, ið umboða Framsókn á Føroya Løgtingi.