fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 17.8m/s

Leita á in.fo

Rólant Waag Dam 21.12.2006 (15:22)

Alfred tikið seg úr samgonguni

Eftir at hava umhugsað støðu mína til verandi samgongu, ið eg var við til at skipa, gjølla, havi eg tikið ta avgerð, at eg ikki longur eri at rokna sum partur av sitandi landsstýrissamgongu. Eg vil ikki gera kompromi við mína samvitsku, og havi tí tikið hesa avgerð, sum eina beinleiðis avleiðing av løgtingssamtyktini um broytingar í §266 b í revsilógini.

Sjálvt ríkislógartilmælið varð lagt fram av limum í andstøðuni, men tað vóru atkvøður frá samgonguni sum gjørdu, at broytingin í § 266 b varð samtykt.

Eg havi áður sagt frá, at samtykta broytingin í § 266 b, eftir mínum tykki, førir tað føroyska samfelagið inn á eina endaleysa skaðiliga glíðibreyt, og at hetta bert er fyrsta stigið til eina avkristnan av Føroyum.

Eg vil ikki vera við at samtykkja lógir, ið ganga ímóti boðum og ásetingum í tí kristnu siðalæruni, men vil virka fyri at verja tað føroyska samfelagið móti allari avkristnan og til hetta arbeiðið havi eg fullan dekning í stevnuskrá floksins, sum í § 1 sigur, at Sambandsflokkurin vil á øllum økjum reka ein framtakshugaðan politikk á kristiligum mentanargrundarlagi.

Sum sambandstingmaður vil eg vera trúgvur móti tí føroyska samfelagnum, sum byggir á tann kristna grundvøllin, og trúgvur móti stevnuskrá floksins.

Samtyktin at broyta § 266 b kemur at føra tað føroyska samfelagið inn á eina vandakós, har tey næstu stigini verða skrásett paralag, adoptión, eftirgjørdan gitna o.s.fr. Hesum taki eg ikki undir við, og eg vil ikki vera partur av eini samgongu, ið stuðlar hesi skeivu gongd.

Samgongan kundi, um hon vildi, felt uppskotið frá tveimum andstøðutinglimum, um at skoyta orðini “seksuelle orientering” uppí §266 b í revsilógini, tí av teimum 17 tinglimunum, ið samtyktu uppskotið, vóru teir 10 úr samgonguflokkunum.

At taka undir við slíkum uppskotum, er ikki tað, sum flokkurin ið eg umboði, Sambandsflokkurin, hevur staðið fyri, men sjálvur fari eg at halda fast við ta kristnu kós, sum flokkurin hevur havt síðani hann var stovnaður fyri 100 árum síðani.

Eg havi tí tikið avgerð um, sum beinleiðis avleiðing av løgtingssamtyktini um broytingar í §266 b í revsilógini, at eg ikki longur eri at rokna sum ein partur av landsstýrissamgonguni.

Alfred Olsen
løgtingsmaður


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her