fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.05.2015 (12:47)

Alt hevur virkað rætta vegin

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyrsta ársfjórðing í ár var fyri skatt 235 milliónir krónur, sum er 27 prosent betri enn í fjør, og eftir skatt var úrslitið 132 milliónir krónur.

 

Regin Jacobsen var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag og greiddi frá, hvør bakgrundin fyri góðu úrslitunum er. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Regin Jacobsen.

 

Í samrøðuni nertir hann eisini við stóru útbyggingarnar hjá Bakkafrost á Glyvrum og á Viðareiði, umframt vónirnar til nýggja brunnbátin, ið kemur til Føroya í summar.

 

Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 195 milliónir krónur, hjá liðugvøruframleiðsluni 22 milliónir krónur, og hjá framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var úrslitið 55 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi.

- Vit fegnast um góða úrslitið fyrsta ársfjórðing 2015 og positivu gongdina á øllum trimum virkisøkjunum, sum øll høvdu eitt gott rakstrarúrslit, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

 

Bakkafrost, hevði fyrsta ársfjórðing í ár eina framgongd upp á 27 prosent, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.

 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum við fullari virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing og liðugvøruframleiðslu til sølu, og tilsamans starvast um 700 fólk í samtakinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her