Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 15.01.2016 (17:41)

Andreas Høgenni virðisløn til ungt listafólk

Tað var ungi filmslistarmaður, Andreas Høgenni, sum fekk heiðurslønina til ungt listarfólk, sum var tann fyrsta virðislønin, sum varð handað á hátíðarhaldinum í sambandi við mentanarvirðislønarhandina í Norðurlandahúsinum í kvøld.

 

Andreas Høgenni býr í Danmark, og var tí ikki til staðar í Norðurlandahúsinum í kvøld, og tí vóru tað foreldur hansara, Elsa Jóhanna og Hilmar Høgenni, sum aftur hesaferð tóku ímóti virðislønini vegna sonin. Tað gjørdu teir eisini, tá hann fyri einum góðum mánað síðani vann Geytavirðislønina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her