fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.8m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 15.01.2016 (18:40)

Annika Hoydal fekk Mentanarvirðisløn Landsins

– Hon hevur í hálva øld virkað sum sangskrivari, tónasmðiur og sangari. Hon hevur búð og virkað uttanlands, men hevur altíð havt tætt tilknýti til føroyska pallin. Og við sínum kenda frásøgukynstri hevur hon verið ein sterk kvinnurødd á føroyska mentanarpallinum, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tá hon handaði henni Mentanarvirðislønina, sum er upp á 150.000 krónur.

 

Rigmor vísti á løgini til tekstirnar hjá Hans Andreas Djurhuss og Gunnar Hoydal og framburðin hjá Anniku Hoydal saman við eitt nú Harkaliðnum, sum hava skapt fólkaognir sum Aldan og Dropin.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her