fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 20.09.2015 (19:40)

Annika Olsen tekur seg úr Framsókn!

Fyri nøkrum døgum rýmdi hon úr Fólkaflokkinum. Hósdagin fór hon upp í Framsókn. Men longu nú í kvøld boðar Annika Olsen frá, at hon eisini tekur seg úr Framsókn.

 

Fyrr í vikuni varð hon vald í fíggjarnevndina fyri Framsókn, men tann sessin sigur hon eisini frá sær. Samstundis fer hon nú í farloyvi úr Løgtinginum.

 

- Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt, sigur hon.

 

- Sum støðan er, vóru mínar avgerðir at innlima meg i Framsókn og at lata meg velja til formann í fíggjarnevndini ikki rættar. Tískil eiga hesar avgerðir at verða rættaðar beinanvegin, sigur hon.


At nú so stutt eftir valið at gerast parlamentariska grundarlagið undir samgonguni er ikki rætt og er at svíkja mínar veljarar, sigur Annika Olsen.

 

Avgerðin um at taka seg úr Fólkaflokkinum, stendur kortini við.

 

- Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki kann taka undir við konservativa strukturinum í flokkinum. Eftir valúrslitið brast vónin fyri nakrari broyting í førda politikkinum hjá Fólkaflokkinum, sigur Annika Olsen.

 

Hon ætlar ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið fyribyls, uttan tað, at hon verður uttanflokka í tinginum, tá ið hon tekur sætið á tingi aftur og nú vil hon bara hava frið saman við sínum næstringum.

 

- Eg fari inniliga at biðja øll, serliga mínar veljarar, um umbering fyri, at eg leyp framav á løgtingsfundinum hósdagin (tá ið hon meldaði seg upp í Framsókn og læt seg velja í Fíggjarnevndina), leggur hon tó afturat.   

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her