Leita á in.fo

Hallur av Rana 09.09.2015 (16:07)

Annika Olsen tikið seg úr Fólkaflokkinum

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur í dag sent fjølmiðlunum fylgjandi skriv, har hon boðar frá, at hon tekur seg úr flokkinum. 

Í dag hevur undirritaða boðað leiðsluni í Fólkaflokkinum frá, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum. Orsøkin til hesa avgerð er, at flokkurin og eg ikki draga somu politisku línu, og eg kenni meg ikki aftur í politisku dagsskránni, sum leiðslan stendur fyri.


Orsøkin til, at eg á fyrsta sinni stillaði upp fyri Fólkaflokkin vóru grundsjónarmiðini í stevnuskrá floksins, sum eg av heilum hjarta havi arbeitt og virkað eftir hesi seinastu áttu árini. Eg harmist um, at hendan stevna er fánað burtur í førda politikkinum hjá flokkinum, og tí er best, at eg traðki aftur, heldur enn at halda áfram at skula vera í andsøgn við tann politikk, sum leiðsla floksins stendur fyri.


Hóast eg persónliga fekk eitt sera gott val, kann úrslitið av løgtingsvalinum ikki tulkast øðrvísi enn at tey, sum stuðla leiðslu floksins og førda politikkin, vunnu valið, meðan liberali vongurin fall.


Eg harmist um at skula siga farvæl við ein flokk, eg havi verið sera góð við, og sum eg stolt havi umboðað. Eg takki somuleiðis so hjartaliga øllum tykkum, sum hava stuðlað mær í Fólkaflokkinum øll hesi árini.


Annika Olsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her