Arctic Fish Greenland skapar sólskinssøgu

At útróðrarmenn nú hava fingið møguleikan at keypa sær kavaskutarar, hevur effektiviserað veiðina eftir svartkalva hjá útróðrarmonnum í Kullorsuaq og Nuussuaq.

 



Arctic Fish Greenland A/S hevur skapt eina sólskinssøgu innan vinnulív í grønlendsku bygdunum, Kullorsuaq og Nuussuaq. Seinastu tvey árini hevur felagið vunnið álitið hjá útróðrarmonnum í hesum bygdum, og nú verða stig tikin til at byggja eitt nýtt fiskavirki í Nuussuaq.

Sermitsiaq veit at siga, at lokalu útróðrarmenninir í Kullorsuaq og Nuussuaq hava fingið fleiri pengar at arbeiða við, og teir hava eisini fingið møguleikan at keypa sær kavaskutarar um Arctic Fish Greenland A/S, sum teir síðan kunnu gjalda yvir ávísa tíð.

Tað er hetta felag, sum rekur verandi fiskavirkini í Nuussuaq og Kullorsuaq, og felagið er eitt dóttirfelag hjá  Royal Greenland. Sagt verður, at Arctic Fish Greenland A/S higartil hevur leverað 35 kavaskutarar, sum útróðrarmenn galda í samband við sítt útróðrarvirksemi, sum verður tikið úr bygdunum.

At útróðrarmenn nú hava fingið møguleikan at keypa sær kavaskutarar á henda hátt, hevur gjørt, at teir kunnu effektivisera veiðina eftir svartkalva í økinum, og hetta hevur so aftur gjørt, at nøgdin av svartkalva, sum teir kunnu landa til virkini hjá felagnum, hevur verið veksandi.

Meira um góða samstarvið millum útróðrarmenninar í Nuussuaq og Kullorsuaq og Arctic Fish Greenland A/S kann lesast um heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag