fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 15.03.2014 (22:37)

Ársins tónleikaheiður: Simme

 

 

Dia Jacobsen, Kringvarpsstjóri, handaði, og tá hann avdúkaði, at tann, ið fekk heiðurin, m. a. hevði havt egnan tónleikahandil í mong ár (45 ár), so reistist fjøldin í salinum, tí tá vistu øll hetta, at Simme fekk heiðurin, og hann kundi standa og uppliva allan salin í Norðurlndahúsinum á gosi og standandi og klappandi fagna legenduni. Stór undirtøka.

 

Men Simme, sum altíð lítilátin, takkaði fyri. Segði, at hann byrjaði tíðliga, og endaði seint. Hann sipaði til tónleikalívið, men nú fór hann heim við FMA heiðurslønini.

 

Eftir seinastu heiðurslønarhandina sang Hanus G. Johansen og Cantabile, ið hava tikið upp til fløgu, ið kemur út seinn í ári.

 

Sí annars myndatema her á in.fo síðini

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her