Atlantic Airways svarar ikki Paul Watson fjepparum

Paul Watson vendi í síðstu viku kanónina móti Atlantic Airways, men í flogfelagnum lata tey ikki við sær koma.


Aftaná grindadrápið í Sandavági í síðstu viku, har ein tyrla hjá Atlantic Airways fann grindina, vendi leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, kanónina móti tjóðarflogfelagnum, við at heita á sínar fylgjarar um at senda mótmælir til flogfelagið og stjóran, Jørgen Holme.


Fylgjararnir gjørdi sum leiðarin gav boð, og í Atlantic Airways hava tey fingið hundraðtals av teldupostum frá fólkum, ið vilja mótmæla grindadrápi og leiklutin hjá Atlantic Airways. Tað upplýsir Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways.


- Síðani áheitanina, so hava vit fingið fleiri hundrað teldupostar, umframt at fólk hava skrivað á sosialum miðlum. Men tað er kortini ikki so nógv, at tað forstýrar okkum nakað serligt.


Sambært Árna Olsen, so hevur flogfelagið valt ikki at svara mótmælunum, tí talan er um fólk, ið kortini ikki ynskja dialog.


- Vit hava valt ikki at svara hesum fólkum. Nógvir av teldupostunum eru standard mótmælir, ið fólk einans leggja sítt navn til. Hetta eru ikki fólk, ið ynskja ein dialog, men vilja einans leggja trýst á.


Sølu- og marknaðarleiðarin metir heldur ikki, at talan er um fólk, ið nú setast aftur frá eini ferð til Føroyar, men at talan einans er um fólk, ið eru partur av einum átaki móti grindadrápi. Hann viðgongur tó, at um ein seriøsur spurningur kom frá eini ferðamannaskrivstovu, so hevði støðan verið ein onnur.


- Um vit fingu ein seriøsan fyrispurning frá eina ferðamannastovu, so høvdu vit tikið stundir at svara honum. Men sum sagt, her er talan um fólk, ið einans vilja mótmæla og eru als ikki áhugaði at koma til Føroyar ella skapa dialog, sigur Árni Olsen at enda.