Leita á in.fo

Stillmynd úr YouTube sjónbandinum.

Hallur av Rana 06.08.2015 (06:56)

Avdúkaður av YouTube

Ein av teimum fimm Sea Shepherd fólkunum, ið eru ákærd fyri brot á grindalógina, er fransmaðurin Xavier Figarella, ið varð handtikin umborð á einum gummibáti á Sørvágsfirði, tá ein grind varð hildin til í Bø.


Eitt av teimum evnunum, ið fylti nógv í frágreiðingini í samband við hendingarnar hendan dagin, var hvørs Xavier Figarella hevði fingið boð frá løgregluni, at hann ikki skuldi sigla ov tætt upp á grindina.


Figarella tvíhelt um, at tað hevði hann ikki, men mátti geva seg, tá ákærin, Linda Hesselberg, vísti eitt sjónband frá løgregluni, har Figarella hevði samband við løgregluna, tá báturin enn lá hjá Brigitte Bardot.


Á sjónbandinum hoyrdist hvussu løgreglan gav boð um, at heldur ikki gummibáturin slapp nærri enn eina sjómíl at grindina. Tá Figarella ikki svarar løgregluni á hesi fráboðan, rópar løgreglumaðurin til hansara.


- Do you speak english?


- No, svaraði Figarella.


Tá sjónbandið varð liðugt spælt, spurdi ákærin tann ákærda, um sjónbandið ikki prógvaði, at Figarella hevði havt samskifti við løgregluna.


Ákærdi metti tó, at av tí at hann hvørki skilir ella tosar enskt, so var talan ikki um samskifti. Hetta góðtók ákærin tó ikki, og vísti á, at eitt nei er eitt tekin um, at man hevur skilt og kann svara tí, ið sagt verður. Øðrvísi hevði verið, um hann svaraði, at hann ikki skilti enskt.


Ákærdi tvíhelt tó um, at hann ikki skilir enskt, men tað hjálpti ikki uppá hansara sak, tá ákærin seinni undirbygdi sítt uppáhald við einum YouTube broti, ið Sea Shepherd hevur framleitt, har Xavier Figarella, á enskum, greiðir frá hvat hendi tann dagin, tá hann varð handtikin.


Hóast sjónbandið, ið var hálvanannan minutt til longdar, so tvíhelt Xavier Figarella enn einaferð um, at hann ikki tosaði enskt, men at hann til sjónbandið hevði øva tær fáu reglurnar, ið hann skuldi siga.


Rættarmálið móti Xavier Figarella og Marianne Baldo, ið eisini var umborð á bátinum, snýr seg í stóran mun um, hvørs tey vóru vitandi um, at tey sigldu ov nær grindini, aftaná at hava fingið boð um at halda seg minst eina sjómíl frá henni.


Hvørs førarin av bátinum, Xavier Figarella, skilti tað, ið varð sagt við hann hendan dagin, er harvið rættiliga sentralt í málinum móti teimum báðum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her