Avgerðin skal takast fyrsta dagin

Tað hevur gingið illa hjá politikarum at møta upp at siga sína hugsan, men nú fáa teir nakrar dagar at taka støðu í

Nú verður tað fyrsta dagin, at avgerð skal takast, um ætlanin hjá Novo Nordisk grunninum, at gera eina diabetis-miðstøð í Føroyum, verður til veruleika ella ikki. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Í jólamánaðinum í fjør kom fram, at danski Novo Nordisk grunnurin hevði sett seg í sambandi við føroyskar myndugleikar við tí endamáli at stovna eina diabetismiðstøð í Føroyum.

Landsstýrið svaraði, at arbeitt verður ikki við hesum málinum í løtuni og tað elvdi til øsing, tí tað tóku nógv sum tóku hetta sum um at landsstýrið hevði víst hesum frá sær. Og nú stúrdu tey fyri, at ætlanin fór at detta niðurfyri.

Men Sirið Stenberg hevur fleiri ferðir staðfest, at tilboðið er ikki vrakað, men at arbeitt verður við tí. Hon sigur, at hon hevur eisini fingið at vita frá Novo Nordisk, at tey vilja bíða eftir, at føroyskir myndugleikar hava viðgjørt málið.

Og nú málið hevur verið til viðgerðar, bjóðaði hon umboðum fyri allar politiskar flokkar á fund at viðgera spurningin. Men hon hevur samstundis staðfest, at tað hevur gingið illa at fáa politikarar at møta upp, tí tað hava verið fáir flokkar, sum hava verið umboðaðir.

Seinasti fundurin ímillum hana, og teir ymsu politisku flokkarnar, vsr sjenda mai, og tá var uppmøtingin frægari, sum hon sigur. Men hon leggur afturat, at tað hevur ongantíð eydnast at fáa allar flokkar at møta á hesum fundunum.

Men hon sigur samstundis, at tað gongur strilti at fáa flokkarnar at koma til eina niðurstøðu. Tí skuldi hon, í hesi vikuni, senda øllum flokkum skriv, har teir vórðu bodnir um at siga sína hugsan um málið.

Hon sigur, at hon ætlar at geva flokkunum nakrar dagar at svara, soleiðis at hon sjálv kann taka eina avgerð nú í mai mánað, o  tann avgerðin verður so fráboðað Novo Nordisk grunninum.

– Vit mugu taka eina avgerð í málinum nú í mai mánað, sigur Sirið Stenberg.

Sirið Stenberg heldur, at talan er um eitt umfatandi mál, tí tað kann reisa spurningin um at lata privat fáa ávirkan á okkara heilsupolitikk.

Hon sigur, at tí kann talan eisini verða um, at politiski bólkurin, sum er arbeiðir við málinum fer eina kunningarferð á tvær miðstøðir av hesum slagi. Endamálið við tí er at fáa greiði á, hvat hetta tilboðið frá Novo Nordisk kann leggja afturat teimum tænastum, sjúklingar við diabetis í Føroyum longu hava.

Hon vísir á, at Novo Nordisk hevur eina diabetismiðstøð í Grønlandi, men á teirri miðstøðini eru tilboðini til sjúklingar við diabetis av slíkum slagi, sjúklingar í Føroyum longu fáa.