Leita á in.fo

Stefan í Skorini 01.10.2001 (11:59)

B36 fekk gullmerkini

Fótbóltur


VB vann seinasta dystin í hesi landskappingini móti føroyameistarunum B36. Úrslitið gjørdist 2-1 til heimaliðið, og tað mundi vera á góðari leið, um hugt verður at teimum málmøguleikum, ið liðini høvdu. VB var naskari og hevði fleiri málmøguleikar enn B36.

B36 hevði longu tryggjað sær meistaraheitið undan dystinum, og tí vóru havnarmenn ikki so uppsettir frá byrjan av. Tað var greitt, at vágbingar høvdu meira at spæla fyri og vóru ágrýtnari enn mótstøðuliðið úr Havn. VB skuldi vinna dystin, og B68 skuldi tapa í Klaksvík fyri at fáa bronsuna í hús. Meistararnir í fjør vildu óivað eisini prógvað, at teir kunnu spæla upp við Føroya besta lið.


Robert leggur fyri

Bara sjey minuttir vóru spældir, tá VB legði seg á odda. Birgir Jørgensen lyfti bóltin innum verjuna, og Robert Cieslewicz var kvikur á bóltinum og prikaði framvið Tróndi Vatnhamar í málinum.

B36 hevði ein vánaligan fyrra hálvleik, og vágbingar vóru nógv meira ágangandi fyri steðgin. Teir høvdu fleiri vandamikil álop, og útiliðið hevði ilt við at fóta sær á váta vøllinum í Vági. Strúkur vindur var omaneftir vøllinum, og hetta darvaði spælinum ómetaliga nógv. Spælararnir høvdu ógvuliga ilt við at fáa tamarhald á bóltinum, og tí var einki skipað spæl, men leikararnir royndu mest at sparka bóltin niðan móti málinum hjá mótstøðuliðnum.

VB skapti ikki nógvar opnar málmøguleikar, men fleiri vandamiklar støður vóru at siga frá. Bjarni Johansen var at kalla arbeiðsleysur og hugdi mest at dystinum.

B36 leikararnir eru ikki vanir við hetta slagið av vølli, og tað sást á spælinum.


B36 svarar aftur

Eftir steðgin sendi Piotr Krakowski Magna á Lakjuni fram í álopið, tá Klæmint Matras fór út við skaða.

B36 spældi munandi betri eftir steðgin, og tað gav úrslit miðskeiðis í seinna hálvleiki. John Petersen brýtur í gjøgnum verjuna hjá VB, og dómarin metti, at hann varð feldur av einum verjuleikara.

John Petersen snýtti málverjan og sendi brotssparkið mitt í málið til 1-1. B36 hevði nú møguleika at vinna fjúrtanda sigurin á rað í landskappingini og harvið seta met við flest stigum í einum kappingarári. Metið eigur B36 liðið frá 1997.

Hetta eydnaðist tó ikki, tí eftir málið raknaði heimaliðið við aftur. Hetta hevði við sær, at VB aftur fór at leypa á B36 málið. Tróndur Vatnhamar mátti gera fleiri bjaringar fyri at halda vágbingum frá fatinum. Marek gjørdist einaferð leysur við málverjanum, sum var skjótur út at bjarga.

Í seinastu minuttunum fekk VB tó vinnandi málið. Tað skeyt Birgir Jørgensen, tá hann beindi eitt innlegg úr høgru í netið. Birgir var vandamiklasti leikarin hjá VB, og hann var ein støðug hóttan móti Tróndi. Birgir byrjaði árið í 3. deild hjá VB, men hann varð síðani tikin upp á 1. lið. Har hevur hann eisini prógvað, at hann er ein vandamikil áleypari, og hann gjørdist toppskjútti við tólv málum. Hetta er nógv, tá hugsað verður um, at hann ikki hevur spælt eins nógvar dystir og hinir.

Sum heild var VB tað liðið, sum var meira sannførandi gjøgnum dystin, og teir skaptu eisini fleiri málmøguleikar enn B36.


Mistu bronsuna

Við sigrinum á B36 var bronsan at kalla tryggjað, men Hans Fróði Hansen javnaði fyri B68 í seinasta minutti móti KÍ í Klaksvík, og tí endaði VB á fjórða plássi. Hetta var eitt stórt vónbrot fyri vágbingar, sum høvdu sloppið at spælt evropeiskan fótbólt annað árið á rað.

B36 fekk eftir dystin gullmerkini um hálsin, og leikararnir høvdu forgyltar gaggur, hosur og hár fyri at seta dám á henda seinasta dystin í kappingarárinum, sum hevur hilnast so avbera væl hjá havnarfelagnum.

John Petersen, sum hevur verið liðformaður hetta kappingarárið, lyfti steypið, sum sær heldur visaligt út til at vera FM steyp í 1. deild. Við sær høvdu teir eisini Løgmanssteypið, ið teir vunnu á Ólavssøku móti KÍ.

Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at B36 vinnur greipuna, og tað er eitt megnar avrik. At byrja við í hesum kappingarárinum vóru tað fá, ið mettu, at B36 fór at gera seg galdandi sum greipuvinnari, men B36 hevur nógvar sera góðar leikarar, sum hava dygdirnar at bera liðið fram til meistaraheitið.


Dysturin í tølum:

VB-B36 2-1 (1-0)

1-0: Robert Cieslewicz 3

1-1: John Petersen (br.) 81

2-1: Birgir Jørgensen 90

Dómari: Oddmar Andreasen (HB)


VB: Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Palli Augustinussen, Gisli Sveinbjørnsson, Krzystof Popczynski, Marek Wierzbicki, Jón Pauli Olsen - Birgir Jørgensen, Robert Cieslewicz

B36: Tróndur Vatnhamar - Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariassen, Pól Thorsteinsson - Jens Kristian Hansen, Jan Guttesen, Klæmint Matras, Kenneth Jacobsen - Heðin á Lakjuni, John Petersen, Jákup á Borg


 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her