Leita á in.fo

Jóannes Hansen 13.09.2015 (15:59)

B36 hevur skrivað søgu

Tað er gleimur og kæti í Gundadali, har tey skjóta fýrverk og fegnast úti á vøllinum, hóast tað oysregnar.

Hóast tað resta trý umfør, so hevur B36 í dag tryggjað sær meistaraheitið. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at tað er eydnast árstalsfelagnum í Gundadali at vinna FM tvey ár á rað.

B36 vann í dag 2-1 á heimavølli ímóti TB, sum síðstu løtuna var undirmannað, tí liðformaðurin Martin Tausen varð vístur av vølli.

Jákup á Borg misnýtti brotsspark, áðrenn Høgni Eysturoy setti hol á. Patrik Johannesen javnaði við fínum stútara, og so var tað ein av B36 veteranunum, Hanus Thorleifsson, sum umvegis tvørtræið skoraði sigursmálið.

Hetta er 11. ferðin, at B36 vinnur FM: 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001, 2005, 2011, 2014 og 2015.

 

Um sigur í dag longu nú skuldi tryggja B36 FM heitið, so var treytin, at NSÍ ikki vann fulla úrtøku á heimavølli ímóti HB. Hóast NSÍ trýsti og pressaði, so endaði tað við málleysum javnleiki.

 

AB mest sum tryggjaði sær plássið í bestu deildini, tá ið tað endaði við 2-1 heimasigri á FC Suðuroy, sum nú hevur kós niður í næstbestu deildina. AB var frammanfyri 2-0 undan vindinum. Eftir steðgin stríddist og spældi FC Suðuroy fyri at vinna, men tað eydnaðist bara at skora einaferð.

 

Steypavinnararnir í Víkingi tykjast vera farnir í vetrarfrí. Í dag taptu teir 2-1 við Margáir ímóti EB/Streymi, sum tykist ætla sær at flyta niður við manér.

KÍ hevði enn einaferð møguleika at taka fjórða plássið frá HB, men tað eydnaðist ikki, tí úrslitið í Fuglafirði var 1-1.

 

24. umfar

AB-FC Suðuroy 2-1

1-0: Dion Splidt

2-0: Dion Splidt

2-1: Palli Augustinussen

 

B36-TB 2-1

1-0: Høgni Eysturoy

1-1: Patrik Johannesen

2-1: Hanus Thorleifsson

 

EB/Streymur-Víkingur 2-1

1-0: Arnar Dam

2-0: Niels Pauli Danielsen

2-1: Magnus Gregersen

 

NSÍ-HB 0-0

 

ÍF-KÍ 1-1

0-1: Atli Danielsen

1-1: Clayton Soares

 

Støðan

B36 57

NSÍ 47

Víkingur 44

HB 37

KÍ 35

ÍF 26

TB 24

AB 22

FC Suðuroy 19

EB/Streymur 10

 

25. umfar

Sunnudagin 20. september

TB-NSÍ

AB-ÍF

HB-EB/Streymur

Víkingur-FC Suðuroy

KÍ-B36

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her