Báðir menninir eru staðfestir deyðir

Tað er nú greitt, at báðir teir russisku ferðamenninir, sum vóru farnir ein fiskitúr í lítlum opnum báti í Norðurnoregi í dag, eru deyðir.

 

 

 

Úr Noregi upplýsir løgreglan nú, at báðir teir russisku ferðamenninir, sum leitað hevur verið eftir í kvøld nærindis oynni Senja og sum seinni vórðu funnir á sjónum og fluttir á sjúkrahús, eru staðfestir deyðir. 

Tað upplýsir átaksleiðarin hjá løgregluni í Troms-økinum, Beate Helberg, og tað er www.nordlys.no, sum fyri løtu síðan bar hesi syrgiligu tíðindi. 

Russisku ferðamenninir høvdu leigað sær ein 19 fót stóran opnan glastrevjabát til ein fiskitúr, og í bátinum høvdu teir ein 40 HK stóran viðfestimotor. Veðrið var ivasamt, tá teir fóru, og útleigarin ávaraði teir og bað teir ikki fara ov langt úr landi.

Eftir at menninir ikki komu afturí aftur til líkinda tíð, vendi eigarin av bátinum sær til løgregluna. Men, fyrst hevði hann sjálvur verið úti og leitað, tó uttan úrslit. Stór leiting við bæði skipum og tyrlum hevur verið í økinum í alt kvøld.

Fyrst fann ein tyrla ein koppaðan bát, sum lá við botninum upp eftir. Tað gekk ikki long tíð, til tveir menn eisini vórðu funnir á sjónum, og sum síðan vórðu fluttir á sjúkrahús.

Men, eftir øllum at døma høvdu teir báðir menninir tá longu ligið leingi í sjónum, og nú er so greitt, at hvørgin teirra yvirlivdi skipsbrotið.

Eftir í landi eru eitt nú konurnar hjá teimum báðum og onnur í einum ferðalag. Um 14-tíðina í dag snakkaðu teir við fólk í ferðalagnum, men meðan teir snakkaðu, vórðu fartelefonirnar hjá teimum avbrotnar.

Nordlys veit at siga, at báðir menninir vóru í 50-árunum, og teir eru báðir russiskir ríkisborgarar. Í løtuni arbeiðir norska løgreglan við at boða teimum avvarðandi frá vanlukkuni, sum kostaði hesum báðum monnunum lívið.