Leita á in.fo

Danjal av Rana 17.09.2014 (15:01)

Bátajagstran í Tangafirði

Tað letur til, at løgreglan í løtuni er í ferð við at taka ein bát hjá Sea Shepherd.

 

Fyri løtu síðani vóru grindaboð, men tað vísti seg, at talan var um springarar. Løgreglan gav tí boð um, at springararnir skuldu sleppa.

 

Ein bátur frá Sea Shepherd hevur verið hjá hvalunum, og líkt er til, at løgreglan hevur avgjørt at fara eftir hesum bátinum.

 

Kykmyndir frá privatpersónum vísa, at løgreglan eltir Sea Shepherd úti á fjørðinum.

 

Peter Thaysen, chefpolitiinspektør, sigur, at løgreglan gav Sea Shepherd boð um at fara frá hvalunum, tí at teir stressaðu teir. Sea Shepherd gjørdi ikki eftir boðunum, og tað síðsta vit vita, er at løgreglan nú eltir bátin hjá Sea Shepherd.

 

Les eisini Grind í Tangafirði

 

Les eisini Grindin var springarar


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her