BDSM í Eurovision: Íslendingar tóku øll á bóli

Elektroniski punkbólkurin Hatari kom í kvøld víðari til finaluna í Eurovision sangkappingini

 

Í kvøld var fyrsta semifinalan í Eurovision sangkappingini, Og tað gekk væl hjá íslendsku Hatari, sum sungu seg beint víðari í finaluna við sanginum “Hatrið mun sigra”.

Ongantíð fyrr hava vit sæð nakað líknandi í Eurovision sum Hatari. Tað er ein elektroniskur hardcore punkbólkur, sum framførir sannførandi í lakki og leðurklæðum í røttum BDSM stíli. Við teirra ísakalda og merkisverda eygnabráði megna teir onkursvegna at rúnabinda hyggjaran, samstundis sum eldurin logar á pallinum.

Grannar okkara hava ikki verið í finaluni í Eurovision síðan 2014, og Ísland hava enn til góðar at vinna kappingina. Men kanska tað verður í ár - veddingafyritøkur spáa í øllum førum, at Ísland hevur góðar møguleikar at fara við øllum.

Hoyr Hatari við “Hatrið mun sigra” her:

##med2##

Londini, ið komu víðari til finaluna, vóru: Grikkaland, Hvítarussland, Serbien, Cypern, Estland, Kekkia, Australien, Ísland, San Marino og Slovenien.

Danska Leonora eigur tørn í semifinaluni hóskvøldið, og tá skal hon syngja vælsvingandi lagið hjá sær "Love Is Forever".

Iceland - LIVE - Hatari - Hatrið mun sigra - First Semi-Final - Eurovision 2019