Leita á in.fo

Sea Shepherd brúkar myndir av spiki av døglingi, sum prógv fyri, at vit drepa hvat til stuttleika. Spikið er tveitt burtur tí at tað ikki er etandi.

Áki Bertholdsen 30.08.2014 (09:51)

Bensin á bálið hjá Sea Shepherd í Føroyum

 

Hetta prógvar, at tað er óneyðugt hjá føroyingum at halda fram at drepa hval.

So avgjørd eru tey í Sea Shepherd í nýggjastu fráboðan úr Føroyum.

 

Hósmorgunin svumu fimm døglingar seg upp á turt í Hvalba og teir vóru avlívaðir og býttir ímillum fólk í sóknini, sum gamal siður er.

Men mitt í nátt fortelur Sea Shepherd tey stórtíðindi úr Føroyum, at vit tveita matin burtur.

 

Við ómannaðum flogførum hava tey tikið myndir av tí, tey siga er spik av døglingunum, sum flýtur á sjónum og av nøkrum slintrum av tvøsti, sum eru tveittar í bakkan.

 

Hetta er av álvara bensin á bálið hjá Sea Shepherd, tí tey rópa nú út um allan heim, at vit drepa eitt hótt hvalaslag til stuttleika.

Sea Shepherd sigur, at ein stórur partur av tvøstinum er tveitt aftur í havið og sigur, at myndirnar, ómannaða flogfarið hevur tikið, prógva tað.

 

Myndirnar vísa ikki annað enn nakrar slintrir av tvøsti, helst fráskurður, sum er tveittur í bakkan og á sjónum flytur fitt av spiki.

Men sum kunnugt er spikið av døglingi ikki etandi og tí er tað burturbeint.

 

Umhvørvisfelagsskapurin sigur, at tey hava sæð fleiri fólk tveita tvøst fyri bakkan

- Var grindadráp ein spurningur um lív ella deyð hjá føroyingum, høvdu teir ikki tveitt tvøstið á sjógv, sigur Paul Watson.

 

Gindamenn, vit hava tosað við halda, at hetta er enn eitt dømi um, hvussu ósaklig tey eru í Sea Shepherd, tí spikið á døglingi kann ikki etast og tað er altíð nakað av fráskurði, tá ið tikið verður upp.

Men læran kann so vera, at vit eiga at ansa eftir, hvussu tað, sum ikki verður brúkt, verður burturbeint.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her