Bilasølumaðurin Jóhannes Berg deyður

Bilasølumaðurin Jóhannes Berg er deyður 89 ára gamal. Jóhannes var føddur 7. oktober 1929 við Gøtugjógv. Hann var útbúgvin bakari og hevði egið bakarí í Fuglafirði frá 1947-49. Eftir tað kom hann til Havnar og koyrdi eitt skifti hýruvogn hjá Mortan Simonsen.

Johannes Berg til arbeiðis á skrivstovuni á bilasøluni Berg Motors

Johannes Berg til arbeiðis á skrivstovuni á bilasøluni Berg Motors

Hann var ein av stovnarunum av P/F Taxa í desember 1952, sum seinni bleiv til Auto. Umframt hýruvognskoyring var hann eisini koyrilærari eitt tíðarskeið.

##med2##

Hann byrjaði sína egnu fyritøku í 1960, tá hann fekk umboð fyri amerikansku Rambler bilarnar. Í 1967 fekk hann teir fyrstu Mazda bilarnir, og 1. mars 1968 skrivaði hann undir sáttmála við Mazda bilverksmiðjuna í Japan um beinleiðis innflutning av teirra bilum til Føroyar. Í 1970 fekk hann eisini umboð fyri Chrysler og seldi bilmerki sum Plymouth, Dodge, Simca og Sunbeam.

Sølan av bilum vaks alsamt um alt landið. Seinni í 70'unum keypti Jóhannes elementvirkið við Norðskála, og fekk hann fyrrverandi byggimeistaran í Havn, Petur Michelsen, at standa fyri virkinum. Hetta kom væl við hjá Jóhannes Berg, ið læt byggja tveir stórar bygningar, ein á Hálsi í Havn og ein á Glyvrum – har sum Á-handilin er í dag.

Jóhannes Berg var giftur Karolinu, vanliga nevnd Linnebeth, av Toftum, tey áttu børnini: Bjarna, Ann Mari, Rúna, Maibritt og Magnus.

Johannes Berg til arbeiðis á skrivstovuni á bilasøluni Berg Motors

Kendi bilasølumaðurin Johannes Berg doyði í nátt 89 ára gamal