HB er aftur í miðdeplinum

Víkingarnir eru á veg í Gundadal við stórum sjálvsáliti eftir betri fyrsta umfar enn undanfarnu árini

Tað var sera søtur sigur, sum HB leygardagin hevði við sær suður aftur úr Runavík. Trý stig í fyrsta umfari við Løkin, har HB ikki hevði vunnið síðani 2013, er kærkomin byrjan, sum styrkir um sjálvsálitið.

Og vánirnar og vónirnar fóru enn eitt stig rætta vegin, tá ið tað í vikuni frættist, at Fróði Benjaminsen aftur er HB spælari. Fyri viku síðani varð greitt, at Øssur Dalbúð seinni í vár fer at spæla við HB, sum heilt víst nú verður roknað sum gott boð upp á heiðursmerki.

 

Eisini í Víkingi er lagið gott eftir, at tað í fyrsta umfari royndist betur, enn tað ofta hevur gjørt við kappingarbyrjan.

Felags fyri bæði Víking og HB er, at tað hevur verið ivast í fremstu ódnini, og at teir tóku av, sum fingu møguleikan at spæla frammi.

 

Hjá Víkingi skoraði Philip Djordjevic tvey mál:

-Hann spælir í fremsta plássinum hjá okkum, og tað vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki. Tað er kapping um plássini, og tað líkar okkum væl, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze.

Sunnudagin varð Hans Pauli Samuelsen skiftur inn. Tað er góður møguleiki fyri, at hansara leiklutur verður størri í Gundadali ímóti HB.

Jón Krosslá Poulsen og Dánjal Pauli Lervig eru skaddir, og tað er ivasamt, um Hans Jørgen Djurhuus verður førur fyri at spæla.

 

 

Tveir av nýggju HB spælarunum, Ari Mohr Olsen og Magnus Egilsson, skoraðu málini í Runavík. Tað kom væl við, nú Arnbjørn T. Hansen og Poul Ingason eru skaddir, og Øssur Dalbúð ikki verður tøkur fyrr enn um ein mánað ella so. Hann er staddur uttanlands.

-Víkingur eigur gott lið, sum verður stór avbjóðing hjá okkum, men eg havi álit á okkara monnum, sum í Runavík vístu, at teir eru førir fyri at bjóða teimum bestu av, sigur HB venjarin Jan C. Dam.

Tríggir spælarar, sum fyri viku síðani vóru á dómaraseðlinum í Runavík, vóru í gjár á næstbesta HB liðnum, sum tapti 4-2 í Streymnesi – Jákup F. Hansen, Adrian Justinussen og Símin Hansen, sum spældi allar 90 minuttirnar.