Leita á in.fo

Hallur av Rana 24.08.2015 (12:21)

Bob Barker kom í dýrdarveðri

Føroysku oyggjarnar vístu seg frá teirra bestu síðu og veðrið var tað besta, tá Sea Shepherd skipið Bob Barker kom á Sund við føroyska flagginum í húnar hátt.


At talan var um eitt serligt skip sást í uppmøtingini. Fitt av fólki vóru samlaði á kaiini, harav tey flestu vóru klædd í svørtu klæðunum hjá Sea Shepherd, men eisini fjølmiðlar og føroysku myndugleikar vóru til staðar.


Tollvaldið og løgreglan fóru umborð á skipið, har løgreglan gav teimum tey boð, at tey 21 fólkini umborð á skipinum ikki fingu innfararloyvi til landið.


Skipið sjálvt tyktist at vera í ringum standi, og tað var týðiligt, at talan er um eitt skip, ið hevur nógv arr frá gomlum stríðum í øðrum londum.


At skipið eisini er klárt til stríð í Føroyum sæst, tí á dekkinum vóru tveir skjóttgangandi bátar, ið helst eru ætlaðir at brúka í stríðnum móti grindadrápi.


Hvussu hetta stríðið fer at spæla av má tíðin vísa, nú føroyskir myndugleikar hava sett hart móti hørðum og nokta manningini innfararloyvi.  

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her