Brandur er aftur á listanum

Borgarstjórin á Sandi er einasta valevni, sum sandoyingar seta á listan hjá fólkaflokkinum


Tað verður borgarstjórin á Sandi og fyrrverandi løgtingsmaðurin Brandur Sandoy, ið fólkafloksfelagið í Sandoy stillar upp á løgtingsvalinum, sum verður seinni í ár.

Tað er greitt, eftir at fólkafloksfelagið í Sandoy í fyrrakvøldið hevði uppstillingarfund í Skopun.

Brandur Sandoy sat á tingi frá 2011 og fram til valið í 2015. Hann var nummar ellivu á fólkaflokslistanum, sum vann átta tingsessir. Fólkaflokkurin var í samgongu, og Brandur Sandoy var ein av trimum, sum komu í tingið, tá ið tríggir valdir løgtinsmenn vórðu landsstýrismenn.

Á valinum í 2011 fekk Brandur Sandoy 228 atkvøður. Á valinum í 2015 fekk hann 258 atkvøður og var nummar níggju á listanum hjá fólkaflokkinum, sum vann seks tingsessir og endaði í andstøðu.