Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 02.09.2014 (16:46)

Brandur Sandoy fingið hóttanarbrøv

- Eg eigi í hesum døgum at verða í Vestmannaoyggjunum við Útnorðurráðnum. Ætlanin hjá mær var eisini at fara við ferðalagnum, sum fór avstað í gjár. Grundin til, at eg havi fingið varamannin at fara fyri meg, er, at eg sum borgarstjórin fyri Sands kommunu havi móttikið teldupostar frá Sea Shepherd viðhaldsfólki.

 

Tað sigur Brandur Sandoy við in.fo í dag.

 

Hann vísir á, at onkur av hesum teldupostum er av serliga grovum slag, sum nú er meldað til løgregluna.

 

- Talan er um hóttan ímóti mínum persóni sum borgarstjóra, og tí kenni eg tað rættari at verða her heima heldur enn at verða í Vestmannaoyggjunum og hava ampa um familjuna her heima.









                

 

Brandur sigur, at hann hevur móttikið fleiri teldupostar, eitt nú postar sum biðja um upplýsingar um Føroyar og føroyingar, umframt teldupostar sum finnast at grindadrápi - og so eisini teldupostar, sum eru meiri og minni grovir, sum hann tekur til.

 

- Higartil er tað tó bara tann eini telduposturin sum er borin løgregluni í hendi, sigur borgrstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, við in.fo            


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her