Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 12.07.2014 (00:13)

Brandur tekur kampin upp við Sea Shepherd

Sands kommuna hevur í dag sett stórar betongklossar á allar tríggjar bátadráttirnar, sum kommunan eigur.

 

Borgarstjórin, Brandur Sandoy, sigur, at Sea Shepherd-fólkini sleppa ikki at brúka fasilitetir, sum borgarar á Sandi hava goldið fyri.

 

- Tað verður ikki so leingi, sum eg eri borgarstjóri, sigur ein avgjørdur Brandur Sandoy.

 

Hann vísir á, at Sea Shepherd-fólkini eru vælkomin at vera á Sandi so leingi, tey uppføra seg væl.

 

- Men, hava vit mistanka um, at tey ætla sær at forpurra okkum grindadráp í oynni, skal okkara lutur á Sandi ikki liggja eftir at forða teimum í hesum.

 

Borgarstjórin sigur, at sjálvur eigur hann hús, sum hann leigar út til summargestir.

 

- Vit hava bæði fyrr í vár og aftur nú í summar fingið áheitanir um at leiga út til Sea Shepherd. Fyri at fáa nøkur hús, vilja tey geva rímiliga nógvan pening afturfyri. Men, vit hava ikki tikið av tilboðnum hjá hesum fólkum.

 

Brandur Sandoy er ivaleysur í, at summi ting gongur tú ikki upp á kompromis við, og okkara siðaarvur og grindamentan teljast millum hesi.

 

- Alt er ikki til sølu, og tá tað ræður um hesi fólk, sum vilja okkum og okkara mentanararvi ilt, eiga føroyingar at standa saman móti hesi hóttan uttanífrá, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.

 

Myndina av lastbilinum, sum leggur betongklossar á bátadráttin, eigur www.vp.fo


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her