Brúkti Paul Watson at fella Sea Shepherd

Í rættarmálinum móti Sea Shepherd limunum brúkti ákærin teirra egna leiðara móti teimum.


Fríggjadagin vórðu tey fimm Sea Shepherd fólkini Kevin Schiltz, Xavier Figarella, Marianne Baldo, Christophe Bondue og Rosie Kunneke funnin sek í at bróta grindalógina. Dómarin, Søren Holm Seerup, dømdi tey at rinda 125.000 krónur í bót ella taka við fongsulsrevsing. Harumframt varð felagsskapurin, Sea Shepherd, kravdur eftir 75.000 krónur, tí teirra limir hava brotið lógir landsins.

 

Í málinum móti teimum fimm Sea Shepherd limunum, brúkti ákærin, Linda Hesselberg, ferð eftir ferð teirra egna leiðara, Paul Watson, í sínari próvførslu. Tað varð gjørt við at vísa á dagføringar hjá Watson á Facebook, ið á ymiskan hátt prógvaði viðurskiftir, ið Sea Shepherd limirnir ikki vildu svara í rættinum. 

 

Millum annað í málinum móti Kevin Schiltz, ið varð handtikin í Sandagerði, brúkti Linda Hesselberg eina dagføring hjá Paul Watson, fyri at knýta samband millum Schiltz og ein myndamann, ið var á staðnum. Tað varð gjørt aftaná at Schiltz hevði onga viðmerking til spurningin, um hann varð filmaður á sandinum av einum myndamanni. Í síni dagføring vísti Paul Watson á, at Kevin Schiltz varð handtikin, meðan hald varð lagt á upptøkurnar hjá einum av teirra myndamonnum. 

 

Eisini tá ákærin skuldi prógva, at Rosie Kunneke umboðar Sea Shepherd í Føroyum, vísti hon á dagføringar hjá Paul Watson, har hann skrivar um samskifti millum seg og Rosie Kunneke. Rosie Kunneke avnoktaði fleiri ferðir, at hon umboðar felagsskapin. 
Ein av teimum dagføringunum er frá degnum, tá grindadráp var í Sandagerði. Sjálv vildi Kunneke ikki svara nøkrum spurningum um hennara leiklut tann dagin, men ákærin kundi vísa á eina dagføring hjá Paul Watson, har hann skrivar, at hann hevði tosað við Rosie Kunneke, og at hon skuldi havt sagt, at hon ikki bara kundi standa og hyggja at, meðan grindahvalir vórðu dripnir, men mátti gera okkurt at forða tí.