Leita á in.fo

Niels Uni Dam 13.02.2014 (12:39)

Brynjolfur á Roskilde Festivalinum

Føroyski Brynjolfur á Heygum verður millum nøvnini á ársins Roskilde Festivali, Brynjolfur er elektroniskur tónasmiður og DJ.

Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur Brynjolfur, at hetta er stórt fyri hann, og at hann, tá hann 17 ára gamal fyrstu ferð var á Festivali, ongantíð hevði torað at droymt um, at hann skuldi spæla har einaferð.

Brynjolfur býr í Danmark, og hevur skapt sær eitt navn í náttarlívinum, sum vælumtóktur DJ. Hann hevur gjørt tónleik, síðan hann var smádrongur, og serliga í bólkinum Side Effect gjørdi hann um seg í Føroyum, áðrenn hann flutti niður.


Brynjolfur segði við Kringvarpið, at hann var ikki í iva um, at hetta var gott fyri hansara yrkisleið, tí bara at vera nevndur á heimasíðuni hjá Roskilde, ið hevur so nógv vitjandi hvønn dag, er góð marknaðarføring.

Brynjolfur spælir á Apollo pallinum, ið er elektroniski pallurin á Roskilde Festivalinum. Á Sound Cloud profilinum hjá Roskilde Festivalinum liggur Brynjolfur í løtuni ovast á Apollo Countdown listanum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her